www.lisa.fo
LISA
Listafólkasamband Føroya varð stovnað 14. januar 1982 og er eitt meginfelag, sum hevur til endamáls: at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna at umboða limirnar alment í almennum málum, sum hava felags áhuga. Rætt til limaskap hava feløg, sum umboða tær ymisku listagreinarnar. Fyri at kunna gerast limur í LISA, skal felagið vera landsfevnandi. Limirnir í limafeløgunum skulu hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Listafólkasambandið er skipað við eini starvsnevnd og einum umboðsráði. Hvørt felag er umboðað av einum limi í umboðsráðnum. Umboðsráðið velur trýfólka starvsnevndina. LISA er javnbjóðis limur í norðurlendska Listafólkasamstarvinum.
| Status | 200 OK — live & indexed by cl0q |
|---|---|
| Last crawled | 2026-06-14 |
| Language | en-GB |
| Server | nginx |